Allir læknar í Føroyum kunnu geva ávísum sjúklingum fleiri sløg av heilivági við kannabis Eisini heilivág við THC í, sum er tað rúsandi evninum í kannabis.
Tað sigur Landslæknin í eini viðmerking, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá Miðflokkinum um at geva læknum í Føroyum rúmari ræsur at geva ávísum sjúklingum heilivág við kannabis.
Miðflokkurin hevur tvíhildið, at ætla kommunulæknar at geva sjúklingum heilivág við kannavis, er mannagongdin so tvørligt, at ongin hættar sær undir tað. Men nú hevur landslæknin gjørt sínar viðmerkingar til uppskotið og hann sigur, at allir læknar kunnu geva sjúklingum heilivág við kannabis, uttan at biðja um loyvi frá heilsustýrinum, ella nøkrum øðrum myndugleika.
Hann sigur at í leiðbeiningini stenur, at læknar kunnu geva sjúklingum magistrelt framleiddan heilivág. Magistrelt framleiddur heilivágur er tekniska heitið fyri heilivág, sum apotekið ger til ein ávísan sjúkling eftir resept frá einum lækna.
– Tað stendur eisini í leiðbeiningini, at allir læknar kunnu skriva sjúklingum magistrelt framleiddan heilivág við kannabis – men teir hava ikki skyldu til tað, Leggur landslæknin afturat
Hann sigur, at annars er hann í ferð við at skriva eina lýsing av magistrelt framleiddum heilivági við kannabis, og ta lýsingina fer hann at senda læknafelagnum, sum síðani skal senda hana til allar læknarnar.