Læknar illir um roykisenur í ?The Hulk?

Felagið American Medical Association vísir á, at óneyðug royking er í nýggja ?The Hulk?-filminum.

Thaddeus (William Hurt) roykir sigar gjøgnum allan filmin og hetta heldur felagið er óneyðugt ? tí í fyrra filminum frá 2003 var eingin royking.

Roykingin í filminum sendir sambært felagnum skeiv signalir til tey ungu, sum fara í biograf ? og av tí at tað serliga eru ung, sum hyggja eftir filminum, meta tey hetta vera sera ringt.

 

- Her hava vit enn ein Hollywood-film, sum vísir børn og ungum óneyðuga royking, sigur eitt umboð fyri læknarnar.

 

Filmurin hevði fyri nøkrum døgum síðani frumframsýning í USA, men vit mugu bíða nakrar vikur, áðrenn vit sjálvi sleppa at meta um roykingina í filminum.