Í Bahrain hava myndugleikarnir ákært nakrar læknar og nakrar sjúkrarøktarfrøðingar, tí teir hjálptu særdum mótmælisfólkum. Talan er um 47 læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum sambært ákæruritinum hjálptu fólki, sum vóru særd í samanbrestum við løgregluna. Tað vilja myndugleikarnir ikki góðtaka, og nú hava teir ákært tey 47 fyri at hava roynt at koyra kongsvaldið frá.
Tey flestu av teimum ákærdu eru shiamuslimar, sum hava kravt størri rættindi í Bahrein, sum er undir sunnimuslimskari leiðslu.
Mótmælini í Bahrein byrjaðu í mars. Myndugleikarnir fingu hjálp úr Saudiarabia til at berja mótmælini niður, og fleiri hundrað fólk vórðu tikin.