Setrið á ferð
Um aldaskiftið 1800 var ansurin fyri fólkaheilsuni vaksandi. Í Norðurlondum eins og aðrastaðni í Evropa vóru karmar lagdir fyri miðvísum heilsupolitikki, m.a. við at seta fleiri alment løntar læknar og ljósmøður, og tað almenna gekk á odda við at byggja sjúkrahús og skipa fyri sjúkufyribyrgjandi tiltøkum. Eisini í Føroyum varð um hetta mundið roynt at samskipa og økja tær almennu heilsutænasturnar. Landsins lækni fekk ábyrgd og myndugleika til at hava umsjón við fólkaheilsuni í víðari merking.
Í hesum fyrilestri verður evnið, hvørja ávirkan henda heilsupolitiska stevna fekk á læknatænastuna í Føroyum, á týdning læknanna í samfelagnum og menning av læknaembætum fram gjøgnum 1800-árini.
Elin Súsanna Jacobsen er lektari í søgu á Søgu- og Samfelagsdeildini. Hon hevur skrivað bókina Slóðir í heilsuverksøguni, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út í fjør. Elin Súsanna fekk í 1996 Ph.D. heiti við Århus Universitet fyri ritgerðina Rúsdrekka - siðir og ósiðir.
Fyrilesturin er almennur og byrjar kl. 20 týskvøldið 6.desember.