Læknaloysnir uttan privatisering

Privatisering av føroysku kommunulæknunum kemur ikki upp á tal, sigur Bill Justinussen, men arbeitt verður við fleiri øðrum loysnum á læknatrupulleikanum. Vaktarskipanin skal broytast, søkt verður eftir læknum aðrastaðni, fleiri skulu útbúgvast og eldri læknar fáa serlig arbeiðskor

Familju- og heilsumálaráðið arbeiðir við fleiri loysnum fyri at loysa akutta trupulleikan við kommunulæknum, sum eru ovbyrjaðir. Men at gera læknarnar til privatar vinnurekandi, sum teir eitt nú eru í Danmark, er ikki ein partur av nakrari ætlan.
? Tað er ikki aktuelt at privatisera læknarnar, og tað haldi eg heldur ikki vera skilagott, sum støðan er nú. Tað er næstan bara Havnin, sum er áhugaverd í so máta, men ein privatisering bara í einum øki hevði skapt ójavnar í skipanini, sum ikki høvdu gjørt hana lættari at umsita. Føroyar eru ov lítlar til privatisering, sigur Bill Justinussen, landsstýrismaður við familju- og heilsumálum.

Nýggj vaktarskipan
Í Føroyum eru færri læknar fyri hvønn íbúgva enn aðrastaðni. Í Danmark skulu vera hægst 1600 fólk fyri hvønn lækna. Í ávísum støðum í Føroyum er trýstið mangt slíkt. Í Klaksvík eru bara tveir fastir læknar til 6000 fólk, og annar læknin hevur sagt upp. Í Havn eru minst 2000 fólk fyri hvønn lækna, og tveir hava sagt upp.
Bill Justinussen sigur, at tey hava ásannað trupulleikan í Familju- og heilsumálaráðnum og arbeiða við fleiri loysnum at lætta um læknabyrðuna og fáa fleiri læknar settar í starv.
Tann broytingin, sum liggur fremst fyri, er ein umskipan av vaktarskipanini, so læknarnir arbeiða minni. Ætlanin er, at taka mørkini burtur millum læknadømini, so tað ikki sita fimm læknar á vakt samstundis í meginøkinum. Tað kundi verið gjørt til, at ein lækni hevur vaktina við einari bakvakt, heldur landsstýrismaðurin.
? Tann ætlanin er komin so langt áleiðis, at hon kann setast í verk, tá nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum letur upp í vár, sigur Bill Justinussen.

Søkja aðrastaðni
Higartil hevur verið søkt eftir læknum í londunum kring okkum, har tey eisini hava læknatrot. Tað hevur ikki givið stórvegis úrslit, og Bill Justinussen sigur, at tey ætla at royna aðrar leiðir eftir læknahjálp.
? Higartil hava vit mest søkt í Danmark og Svøríki, men tað fara vit at víðka til eisini at søkja í Íslandi og Týsklandi, har tey hava yvirskot av læknum í hesum døgum. Trupulleikin hevur verið, at læknarnir skulu vera góðkendir av Sundhedsstyrelsen og skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Vit fara at royna at gera ta prosessina lagaligari, sigur Bill Justinussen.
Hann roknar kortini ikki við, at farið verður longri burtur í fjarskotin lond eftir læknum, tí tað hevði givið trupulleikar.
? Tess longri burtur vit koma, tess størri gerst málsliga forðingin, og málsligt samskifti er eitt týdningarmikið amboð hjá fólkum í primeru heilsutænastuni. Vit noyðast tí at finna læknar onkustaðni í nærumhvørvinum, sigur Bill Justinussen.

Eldri sertreytir
Nógvir av kommunulæknunum í dag eru um tey 60 árini. Teir eru ovbyrjaðir av tungu arbeiðsbyrðuni, og fleiri umhugsa tí at fara úr starvi í úrtíð. Bill Justinussen sigur, at arbeitt verður við at gera eina serliga senior-skipan, ið kann lætta um hjá teimum eldru læknunum, so teir halda longri á.
? Vit mugu gera tað eitt sindur meiri lokkandi fyri eldru læknarnar at halda fram í nøkur ár í staðin fyri at gevast. Vit kundu givið teimum nakrar serliga treytir. Tað kundi verið við at bjóða teimum meira frítíð og givið teimum ein vanligan arbeiðsdag uttan vaktir, sum onnur fólk hava, sigur Bill Justinussen.

Hækkað játtan
Hvussu er og ikki, so fer ein eldrabumba at raka læknaøkið nakað skjótt, um einki verður gjørt. Fleiri nærkast pensjónsaldrinum, og tí mugu yngri læknar standa klárir at taka við.
Landsstýrið hevur hækkað játtanina á komandi fíggjarlógini til útbúgving av kommunulæknum. Játtanin er hækkað úr einari upp í 2,3 millónir krónur.
? Í 2005 eru fyrstu læknarnir liðugt útbúnir til kommunulæknar, og málið er at útbúgva tveir afturat um árið, sum so eru klárir at taka yvir, tá eldri læknarnir leggja frá sær, sigur Bill Justinussen.