Læknahjálp

Í Havnini er stórt og álvarsamt læknatrot. Ongin tímur heldur at verða kommunulækni orsakað av vána arbeiðsumstøðum, stressi og yvirhøvur væntandi samstarvsvilja frá Býráðnum.

Havnin eigur at hava millum 12 og 15 læknar. Hetta er eitt ófrávíkiligt krav skulu vit nøkta tørvin í skjótt vaksandi høvuðsstaðnum. Tað eru ikki meira enn 8 læknar í Havnini sum er og eru hesi yvirhøvur ovbyrjaðir av arbeiði umframt at teirra arbeiðsumstøður ikki eru nútímans og nøktandi uppá nakran hátt.


Hetta er ein ótolandi støðu bæði fyri læknan og sjúklingin og sum borgarin í Havn ikki skal góðtaka.

Við nóg nógvum Kommunulæknum og betur arbeiðsumstøðum verður teirra arbeiði munandi betur og vil hetta eisini minka um tørvin á hospitalsviðgerð. Samanumtikið vil hetta eisini verða ein sparing fyri sjúkrahúsverkið.

Vit taka okkara læknaskipan sum eina sjálvfylgju og at læknin altíð er væl fyri og tilreiðar at hjálpa.

Men Okkara læknar eru eisini menniskur sum tú og eg, latum okkum við hesum Býráðsvalinum hjálpa teimum ! Her skal prioriterast við lít.

Komið eg í Býráðið skal eg gera nakað við hetta mál.



Johan Mortensen

Valevni til Býráðsvalið

fyri Tjóðveldi