Læknafelag Føroya hevði leygardagin aðalfund, og her varð nýggj nevnd vald fyri felagið.
Hans Petur Nielsen var afturvaldur sum formaður, og afturat honum sita hesi í nevndini: Odmar Færø, yvirlækni, Hans Jákup Simonsen, yvirlækni, Kári Rasmussen, kommunulækni, Annika Olsen, kommunulækni, Jens Andreassen, deildarlækni, og Elinborg Mortensen, hjælparlækni.