Líkkista á endurnýtsluplássi

Tað hevur vakt ans í donskum miðlum, at ein grøn og slitin líkkista var komin at standa við eina bingju á endurnýtsluplássi í Billund.

 

 

 

Seinasta vikuskiftið legði ein donsk kvinna, Carina Öhlund, eina heldur serstaka mynd út á Facebook-vangan "Billund Internationals & Friends". Myndin var av einari grønari líkkistu, sum varð sett á eitt endurnýtslupláss í Billund - beint við bingjuna, sum eitt nú Y's Men's Club í Billund plaga at brúka til innsavnan av lutum til loppumarknað.

Men, longu í gjár, mánadagin, var líkkistan burtur, og tað var Bent Hansen úr lokalu útgávuni av Y's Men's Club, sum hevði tikið hana við sær til teirra goymsluhøll. Sum so mong onnur, hevði hann eisini hoyrt um myndina á Facebook-síðuni.

- Á ein hátt helt eg hetta vera eitt sindur stuttligt, og so er líkkistan eisini vøkur. Nú fáa vit at síggja, hvussu verður, sigur Bent Hansen, sum situr í nevndini aftan fyri loppumarknaðin.

Gjøgnum árið hevur hann til uppgávu at savna ting og sakir, sum kunnu seljast á stóra loppumarknaðinum hjá Y's Men's Club, sum í ár verður hin 21. september í Billund Idrætscenter. 

Áðrenn uppboðssølan verður, skal nevndin aftan fyri tiltakið gera av, hvørjir lutir skulu við á loppumarknaðin. - Vit skilja tað, sum kemur í bingjuna, eina ferð um mánaðin, og tað er ikki vist, at kistan verður sett til sølu. Enn er eingin støða tikin, um hon verður við ella ei.

Hann vísir á, at kistan sær eitt sindur slitin út gjøgnum mong ár, men innan er hon vælhildin og luktar væl av træi. Kistan er smíðað úr impregneraðum viði og hevur ongantíð verið brúkt til tað endamál, ein kista vanliga verður brúkt til.

Bent Hansen veit ikki, hvør hevur átt líkkistuna, men hann sigur seg hava hoyrt á endurnýtsluplássinum, at tað vóru tveir yngri menn, sum komu og spurdu, um teir kundu seta kistuna frá sær, og tá kom hon at standa við bingjuna til loppumarknaðin.

- Tað lættasta hevði jú verið, at vit einki høvdu við líkkistuna at gera, men eg hevði ikki væntað slíka umrøðu av hesum, sigur Bent Hansen við www.jv.dk.