Búskaparráðið mælir til at lækka rentustuðulin til sethús Búskaparráðið mælir til at lækka rentustøðulin til sethúsalán. Landið er farið at endurskoða skipanina við afturbering av rentuútreiðslum, og formaðurin í Búskaparráðnum mælir til, at lækkingin verður gjørd stigvíst, sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.
Búskaparráðið hevur í fleiri ár ávarað um, at rentustuðulin hevur trýst sethúsaprísin upp.
Helvtin av rentustuðlinum fellur í Havn, har húsini eru nógv dýrast. Sostatt fáa tey sum eiga, meðan tey, sum onki eiga, onki fáa.
- Rentustuðulin hevur økt óneyðuga nógv um privatu nýtsluna her á landi, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen.