Lækkið mvg’ið á gerandisvørum


Samtak mælir til at lækka mvg'ið á mjólk, breyði, mjøli, frukt, grønmeti og øðrum neyðugum húsarhaldsvørum fyri at lætta um í føroysku húsarhaldunum. Henda lækkingin hevði verið tann besti skattalættin, og hetta stig rakar eisini sosialt rætt.

Samtak sigur í tíðindaskrivi, at um mvg'ið hevði lækkað til 10% á neyðugum húsarhaldsvørum, so skuldi forbrúkarin einans rinda 10 kr omaná hvørjar 100 kr í mun til 25 kr, sum tað er í dag, og hetta hevði gjørt alstóran mun í gerandisdegnum.

Tað ber ikki til at gera nakað við altjóða prísirnar á eitt nú korni og olju, men landið hevur kortini møguleika at ávirka prísirnar á gerandisvørum umvegis mvg skipanina