Sum øll vita er Lars Løkke Rasmussen føroyskt giftur og hevur verið rættiliga nógv í Føroyum. Og nú stendur hugurin so til føroyskan seyð Tað var í Se & Hør, at forsætisráðharrin fyrst luftaði tankanum alment, at hann ætlar sær at keypa jørð í Føroyum.
Men hann viðgongur eisini, at tað ikki var kærleiki við fyrsta eygnakast, tá hann á fyrsta sinni var í Føroyum. Men við tíðini er hann farin at dáma væl her á klettunum. So væl, at hann nú ætlar at keypa jørð her.
Tað er ein lítið fjaldur loynidómur. Hann hevur ofta verið á fjalli við Gjógv, har vermamma hansara eigur jørð, og tað er hesa jørðina, sum Løkke nú ætar at keypa, sigur Sofus Johannesen, fyrrverandi borgarstjóri við Gjógv.
Hagin, sum hoyrir til Gjógv, eitur Sáttarenni, og liggur millum Funning og Funningsfjørð. Hagin er 40 gyllin tilsamans.
Asfinn Sigvardsen, sum er røktingarmaður í haganum, sigur, at teir vanliga taka tveir og ein hálvan seyð upp á gyllinina, men okkurt árið tó tríggjar. Tað merkir, at Lars Løkke og konan Sólrun fáa fimm ella seks seyðir á hvørjum ári.
Og sambært forsætisráðharranum sjálvum er hann ikki ókendur við hvørki royting ella slakt. So er bara spurningurin, um hann fær frið at svæva fyri donsku miðlunum ? ella Greenpeace.