Lars Løkke Rasmussen hevur eftir øllum at døma staðið seg væl, síðani hann tók við sum forsætisráðharri fyri fimm vikum síðani Í hvussu er vísir ein meiningakanning hjá Carpacent og kringvarpinum DR, at 42 prosent av teimum spurdu, at hann hevur staðið seg sera væl ella væl sum forsætisráðharri.
Bara 12 prosent halda, at hann hevur staðið seg illa, og 36 prosent siga, at tey hava ikki gjørt sær nakra meting av honum enn.
Ikki óvæntað siga tveir triðingar av teimum borgarligu veljarunum, at teir eru nøgdír ella væl nøgdir við forsætisráðharran.