Mánadagin verður fundur í Hvítu Húsunum millum Barack Obama, forseta og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra. Á fundinum fara teir at tosa um viðurskiftini millum USA og Danmark sum heild umframt viðurskiftini í Afghanistan og Miðeystri og bardagan ímóti yvirgangi.
Danski forsætisráðharrin sigur, at viðurskiftini millum Danmark og USA eru ein hornasteinur undir danska uttanríkis- og trygdarpolitikkinum.
-Eg síggi stórar møguleikar í okkara felags samstarvi um Afghanistan, demokrati og støðug viðurskifti í Miðeystri og í arbeiðinum fyri at skapa felags vøkstur í framtíðini. Eg gleði meg til at tosa við Obama um hesi viðurskiftini, sigur Lars Løkke Rasmussen.










