Fyrra part av 1950’unum var Læknastríðið í Klaksvík á forsíðunum kring allan heimin. Stríðið, sum byrjaði við starvsetanini av læknanum Olaf Halvorsen, førdi til eitt hart stríð millum klaksvíkingar og myndugleikar – bæði í Havn og Keypmannahavn. Danska stjórnin sendi herskip til Klaksvíkar, og donsk løgreglufólk í stórum tali komu til býin. Vápn vóru á lofti, og bumbur brustu.
Nú ætlar Danmarks Radio at senda eina nýggja dokumentarrøð um Læknastríðið. Tað er felagið Saxofilm, ið framleiðir røðina fyri DR2. Røðin verður í fýra pørtum.
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen skal hava týðandi leiklut í røðini, tí hann verður frásøgumaður.
– Løkke hevur stóran vitan um Føroya og kennir Læknastríðið í smálutum. Harafturat er føroyska kona hansara, Sólrun Løkke Rasmussen, í familju við bæði loysingafólk, tjóðskaparrithøvundar og sakføraran, sum umboðaði uppreistrarmenninar úr Klaksvík í rættinum, skrivar DR.
Føroyskir og danskir serfrøðingar vera við at greiða frá Læknastríðnum. Upptøkurnar byrja í vár, og ætlandi skal røðin sendast á DR í summar.
##med2##
Kendi danski søgufrøðingurin og rithøvundin Tom-Buk Swienty eigur saman journalistinum og leikstjóranum Klaus Birch felagið Saxofilm.
Í gjárkvøldið játtaði Klaksvíkar kommuna 300.000 krónur í stuðli til dokumentarrøðina.