Klokkan 20:10 í kvøld sendir DR1 eina duell millum Helle Thorning-Schimdt og Lars Løkke Rasmussen.
Seinastu dagarnar hevur verið tosað um fólkatingsval í Danmark. Valið verður í øllum førum í seinasta lagi 17. november í ár, men seiansta mansaldururin hevur tað verið regulin meira enn undantakið, at fólkatingsval hevur verið hildið í ótíð.
Men í kvøld verður tað uttan iva eftirlønin, sum verður tað stóra evnið. Lars Løkke Rasmussen segði í nýggjársrøðu síni í gjár, at eftirlønin skal avtakast stigvíst hjá teimum, sum í dag eru undir 45 ár. Hesum eru tey í danska Javnaðarflokkinum og á vinstraveinginum sum heild ikki samd í.
Duellin millum forsætisráðharravalevnini bæði verður startskotið til valárið í Danmark.









