Løkke og Sólrun flyta bústað

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen og føroyska kona hansara flyta nú bústað.

Tað skrivar danska blaðið BT. Blaðið heldur søguna verða so týdningarmikla, at hon var høvuðssøga á forsíðuni í sunnudagsútgávuni.

Sólrun og Løkke hava í nógv ár verið búsitandi í Græsted, men nú hava tey fingið sær íbúð í Nyhavnini í Keypmannahavn.

- Tað var hugskotið hjá Sólrun at flyta til Keypmannahavn, men eg gleði meg eisini til tað, sigur Lars Løkke við BT.

Orsøkin til flytingina er, at tey vilja verða nærri arbeiðsplássunum hjá sær. Løkke situr í Fólkatinginum, og Sólrun arbeiðir á balettskúlanum hjá Det Kongelige Teater.

Húsið í Græsted verður í fyrsta umfari leigað út.