Lars Løkke Rasmussen hevur nú verið danskur forsætisráðharri í eitt ár. Samstundis vísa meiningakanningar, at hansara stuðul millum veljararnar minkar støðugt. Eftir teirri seinastu kanningini, sum Capacent hevur gjørt fyri danska kringvarpið, halda 36 prosent av veljarunum, at Lars Løkke Rasmussen hevur staðið seg væl ella sera væl sum forsætisráðharri.
Ein tilsvarandi kanning varð gjørd, tá forsætisráðharrin hevði sitið við valdið í 100 dagar, og tá søgdu 41 prosent, at hann hevði staðið seg væl ella sera væl.
Í kanningini hjá Capacent siga 30 prosent, at forsætisráðharrin hevur staðið seg illa ella sera illa. Tað søgdu 21 prosent, tá hann hevði verið stjórnarleiðari í 100 dagar.
Capacent-kanningin vísir eisini, at heldur ikki teir borgarligu veljararnir eru nøgdir við avrikið hjá Lars Løkke Rasmussen hetta seinasta árið.