Tað var ikki ætlanin at leggja frá sær sum formaður í Vinstra. Men tað, at nógv bendi á, at Jakob Ellemann-Jensen skuldi gerast nýggjur formaður, gjørdi avgerðina lættari.
Tað segði Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi formaður í Vinstra, í samrøðu við sjónvarpið hjá DR fyrr í kvøld.
– Eg havi alla tíðina hildið, at tann dagin, eg skuldi gevast, skuldi Jakob Elleman-Jensen gerast ein rættiliga góður formaður, segði Lars Løkke Rasmussen við DR.
– Tað var tó ikki ætlanin, at tað skuldi vera nú, leggur hann dent á.
Tað skuldi í staðin hava verið um eitt ár ella tvey, segði hann.
Hetta er tað fyrsta vit hoyra frá Lars Løkke Rasmussen í fjølmiðlunum, eftir at hann undir stórum dramatikki legði frá sær sum formaður fyri Vinstra fyri 15 døgum síðani á einum starvsnevndarfundi hjá Vinstra í Brejning nærindis Vejle.
Lars Løkke ætlar ikki at fara á eykalandsfundin, sum verður í Herning Kongresscenter leygardagin. Men hann fer á regluliga landsfundin í november, sigur hann við DR og TV2.
– Tað er tí, at eg haldi, at fer at flyta fokus frá tí, sum tað snýr seg um. Men eg ætli mær á regluliga landsfundin 16. november, sigur hann við TV2.
Á eykalandsfudninum skal Vinstri velja nýggjan formann og næstformann. Løkke hevur onga meining um, hvør av teimum báðum, Inger Støjberg ella Ellen Trane Nørby, sum bjóða seg fram, skal vera næstforkvinna.
Hann heldur fram, at tað er ikki grundarlag fyri einum nýggju flokki, so sum onkur hevur ró fram undir, at hann ætla sær at stovna.
– Síðani famøsa fundin í Vejle fyri tveimum vikum síðani havi eg fingið fleiri enn 800 áheitanir um at stovna ein nýggja flokk, sigur Løkke við DR.
Men áheitanirnar hava ikki givið honum hug at stovna ein nýggjan flokk.
– Eg haldi jú, at vit í Danmark heldur skuldu havt færri enn fleiri flokkar, og eg kenni meg púra tryggan við, at Jakob Elleman-Jensen verður tann rætti formaðurin fyri Vinstra.
Við síni fráboðan um stuðulin til Ellemann-Jensen ger Løkke eisini greitt, at hann ikki hevur roynt at fáa fyrrverandi næstformannin, Kristian Jensen, til formann.
– Tað eru bara tveir næstformenn í Vinstra, sum eru blivnir formenn. So tað er eingin náttúrulóg, at tað verður soleiðis. Eg havi ikki verið í iva um, at Jakob Ellemann vildi verið tann rætti til leiðsluna, sigur Løkke við TV2.
Kristian Jensen noktar í einum sms-boðum til Ritzau at gera viðmerkingar til tað, sum Lars Løkke Rasmussen sigur.
Í nógv ár hevur Lars Løkke í staðin hugsað um at gera Ellemann-Jensen til reiðar sum Vinstraformann.
– Tað er tí, at eg útnevndi hann sum politiskan framsøgumann í sínari tíð og sum ráðharra fyri at geva honum teir kilometrarnar í beinini, sum skulu til fyri at gerast formaður í Vinstra, sigur hann við DR.
Í 2015 varð Jakob Elleman-Jensen útnevndur til politiskan framsøgumann hjá Vinstra, og í VLAK-stjórnini var hann umhvørvis- og matvøruráðharri.
Tá Lars Løkke Rasmussen legði frá sær sum formaður, gjørdi hann tað á Twitter og tosaði ikki við miðlarnar um avgerðina.
Men tað gjørdi Kristian Jensen, sum beinanvegin tosaði við við miðlarnar, eftir at hann hevði lagt frá sær.
– Um eg fór beint út at tosa við miðlarnar tá, so hevði eg helst sagt okkurt, sum eg hevði angarð, og sum kundi skatt bæði meg og flokkin, sigur Løkke.
Hann sigur, at hann tók avgerðina um at leggja frá sær kvøldið fyri starvsnevndarfundin.
Tá var honum greitt, at hann ikki fór at sleppa at leggja fram sína politisku verkætlan áðrenn eyka landsfundin, og tað gjørdi, at hann ikki hevði klárað tað.
Hann heldur tó fram í Vinstra, leggur hann dent á.
– Eg skyldi teimum gott 40.000 fólkunum, sum góvu mær atvkøðuna, at passa mítt arbeiðið, sigur hann við TV2.
/ritzau/