Eftirløn, 2020-ætlan, marknaeftirlit og gitingar um val í úrtíð hava verið høvuðsevnini á tí politiska pallinum í Danmark tær seinastu vikurnar, og úrslitið av øllum er, at andstøðan í Fólkatinginum hevur góðan byr, meðan stjórnin og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, sita í tungum andróðri.
Skuldu danir manna Fólkatingið av nýggjum í dag, høvdu andstøðuflokkarnir fingið 54,6 prosent av atkvøðunum og 96 fólkatingslimir. Stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkar høvdu fingið 45,3 prosent og 79 umboð á ting. Helle Thorning-Schmidt hevði loyst Lars Løkke Rasmussen av í forsætismálaráðnum. Tað vísir ein meiningakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri danska kringvarpið.
Kanningin er heldur ikki hugaligur lesnaður hjá fosætisráðharranum sjálvum, tí hon vísir, at 39 prosent av veljarunum halda, at hansara arbeiði er vánaligt ella sera vánaligt. Fyri einum mánað síðani vóru tað 35 prosent, sum søgdu tað, skrivar DR.