Løkke fingið bil og bilførara

Hóast Lars Løkke Rasmussen ikki hevur ráðharrabil og alment løntan bilførara longur, kann hann framvegis ferðast landið runt sum ein annar statsmaður. Politiken skrivar, at Vinstri hevur útvegað sínum formanni bæði bil og bilførara.

Skrivarin hjá Vinstra, Jens Skipper Rasmussen, sigur við blaðið, at tað kann taka drúgva tíð hjá Lars Løkke Rasmussen at koma úr Græsted, har hann býr, til Keypmannahavnar, og at hann kann fáa meiri burtur úr koyritíðini, um hann sleppur frá at sita við róðrið sjálvur.

Lars Løkke Rasmussen er ikki tann fyrsti Vinstra-formaðurin, sum fær ein bil frá flokkinum at ráða yvir, tí hesa skipanina hevur flokkurin havt síðani 1980, skrivar Politiken.

Sambært blaðnum er tað ikki nakar vanligur bilur, sum Vinstra-formaðurin skal koyra í, tí hann er av sama slagi sum tann hjá Fríðriki krúnprinsi.