Danska stjórnin hevur sett sær fyri at seta eftirlønarskipanina úr gildi. Tað skal gerast við at, at tey, sum eru yngri enn 45, missa rættin til eftirløn, samstundis sum rættindini hjá hinum verða skerd. Tey, sum longu fáa eftirløn, varðveita hana.
Tað var tann fremsti boðskapurin hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, tá hann helt nýggjársrøðu í kvøld.
Í røðuni segði forsætisráðharrin, at hvørja ferð fimm danir gevast á arbeiðsmarknaðinum, standa fýra klárir at taka við. Úrslitið er, at tey, sum arbeiða, eru færri enn tey, sum ikki arbeiða, og ta støðuna tolir samfelagið ikki. Við at seta eftirlønarskipanina úr gildi, væntar stjórnin, at meiri enn helmingurin av dønum fara at arbeiða.
Danski Fólkaflokkurin, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini, hevur longu í kvøld boðað frá, at hann er ímóti ætlanini hjá stjórnini. Tað sama siga Sosialdemokratarnir, sum skuldseta forsætisráðharran fyri lyftisbrot.
Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at spurningurin um eftirlønarskipanina verður høvuðsevnið í valstríðnum upp undir fólkatingsvalið, sum ætlandi verður eina ferð í vár.










