Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur verið í Afghanistan um vikuskiftið og vitjað teir donsku hermenninar har.
Teir seinastu fýra mánaðirnar hava seks danskir hermenn latið lív í Afghanistan, men forsætisráðharrin sigur, at mannfallið skundar ikki undir donsku afturtøkuna.
Undir vitjanini helt Lars Løkke Rasmussen røðu fyri umleið 100 hermonnum í leguni Camp Price, sum er í Helmand har suðuri í Afghanistan. Har segði hann millum annað, at teir 37 donsku hermenninir, sum eru falnir í Afghanistan, síðani kríggið byrjaði, eru ikki deyðir til fánýtis.
-Tað er umráðandi hjá mær at siga tykkum, at vit ætla at fullføra setningin. Okkara luttøka her verður ikki ein dag longri enn neyðugt, men vit skulu heldur ikki skunda okkum so, at alt fer fyri bakka aftur, segði Lars Løkke Rasmussen.