Løkka gevur Vinstra framgongd

Tað er líkt til, at danski stjórnarflokkurin fær ágóða av forsætisráðharaskiftinum Tann fyrsta politiska meiningakanningin í Danmark aftan á forsætisráðharraskiftið seinasta sunnudag bendir á, at skiftið hevur gagnað flokkinum Vinstra.

Í hvussu er gevur kanningin flokkinum tríggjar tingmenn fleiri, enn hann fekk í einari kanning í síðsta mánað, skrivar Ritzau. Samtíðis er vert at bíta merki í, at Sosialdemokratarnir fáa eisini tríggjar tingmenn fleiri enn í mars-kanningini.

Tapararnir eru Sosialistiski Fólkaflokkurin og Tey Konserativu, sum missa undirtøku og tinglimir.