Lækkaða promillumarkið virkar

Fyribilskanningar í Danmark benda á, at tað hevur havt positiva ávirkan, at promillumarkið fyri rúsdrekkakoyring bleiv lækkað úr 0,8 í 0,5 fyri hálvum øðrum ári síðani.

Árni Joensen

Fyribilskanningar í Danmark benda á, at tað hevur havt positiva ávirkan, at promillumarkið fyri rúsdrekkakoyring bleiv lækkað úr 0,8 í 0,5 fyri hálvum øðrum ári síðani.

Kanningar hjá løgregluni vísa, at tey eru færri, sum nú koyra við kenning, eins og ferðsluóhappini við rúsdrekka uppií eru fækkað.

Sambært hagtølunum blivu 9.468 danir skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring í 1997. Í fjør var talið størri, nevnliga 10.918, men sambært løgregluni var tað ikki tí, at fleiri koyrdu bil, eftir at tey høvdu smakkað sær á, heldur tvørturímóti. Á ferðsludeildini hjá ríkisløgregluni verður sagt, at hesin vøksturin kemst av, at løgreglan framdi umfatandi kanningar í ferðsluni, eftir at promillumarkið var sett niður, og tí komu fleiri í felluna.

Sum nevnt vísa uppgerðirnar hjá løgregluni eisini, at ferðsluóhappini við rúsdrekka uppií, eru fækkandi. Í 1997 vórðu staðfest 1.986 óhapp, har rúsdekka var uppií, og har fólk fingu skaða í óhappinum. Í fjør var talið á hesum óhappunum 1.188.


Hevur virkað

Niðurstøðan hjá donsku løgregluni er, at annaðhvørt eru fólk vorðin dugnaligari at koyra bil, hóast tey eru ávirkað av rúsdrekka, ella eru tað færri, sum koyra ávirkað. Løgreglan sjálv er ikki í iva um, at tað seinna er tað rætta, og at tað er tað lækkaða promillumarkið, sum ger seg galdandi.

- Bilførararnir duga betur at ansa sær. Teir vita, at tað er rættiliga avmarkað, hvat teir kunnu drekka, og harumframt hava tær mongu kanningarnar hjá løgregluni eisini havt sína ávirkan, sigur Asger Lund Kristensen á ferðsludeildini hjá ríkisløgregluni.

Hann ásannar, at enn er í so tíðliga at koma við einari endaligari niðurstøðu, men hinvegin er hann ikki í iva um, at tað lækkaða promillumarkið hevur gjørt, at færri danir koyra bil ávirkaðir av rúdrekka nú enn fyrr.