Jeanni og Lindis Petersen, Rannvá og Gunnvá Kass Abrahamsen og Arnold og Andreas Simonsen hava øll gingið í sama flokki í trý ár í Hoydølum. Í gjár fingu tey saman við øllum hinum studentunum prógv.
Tvey av pørunum eru eineggjað, meðan Rannvá og Gunnvá Kass Abrahamsen eru tvíeggjaðar. Hetta hevur eftir øllum at døma havt eitt sindur at siga fyri kappingina millum tey.
- Eg og Gunnvá hava sjáldan kappast um karakterir, men eg haldi tað hevur verið eitt sindur øðrvísi hjá teimum, sum eru eineggjað, sigur Rannvá Kass Abrahamsen.
Hesum taka eineggjaðu tvíburarnir ikki undir við.
- Vit kappast ikki. Vit royna heldur at hjálpast, eru Jeanni og Lindis Petersen samdar um.
Arnold og Andreas Simonsen vátta tó, at eitt sindur av kapping hevur verið.
Gingu ikki í flokki saman
19 ára gomlu Arnold og Andreas Simonsen hava nú gingið í flokki saman í trý ár, men tað er eitt nýtt upplivilsi fyri teir.
- Vit gingu ikki í flokki saman í fólkaskúlanum, so hetta var nakað heilt nýtt fyri okkum, men tað hevur verið stuttligt at ganga í flokki saman við Arnold, greiðir Andreas frá.
Teir sótu tó ikki við síðurnar av hvørjum øðrum so nógv, hóast teir nú gingu í flokki saman.
Nú teir eru lidnir, fara teir aftur hvør sín veg.
- Eg fari nokk at lesa filosofi.
- Og eg fari sikkurt at lesa rokning.
Siga teir, hvør í sínum lagi. So hóast teir deila føðingardag og foreldur, so eru áhugarnir ikki heilt teir somu.
Blandaðu nøvnini
Rannvá og Gunnvá Kass Abrahamsen, sum eru 20 ára gamlar, eru rættiliga ólíkar í útsjónd, hóast tær eru tvíburar. Men tað hevur ofta verið bland í, tá lærararnir hava tosað við tær.
- Vit líkjast ikki so øgiliga nógv, men tað var ofta, at lærararnir blandaðu okkum saman, tí nøvnini líkjast so nógv, greiðir Rannvá frá.
Gunnvá leggur afturat, at tað var eitt sindur øðrvísi við hinum pørunum.
- Tey líkjast nógv meira enn vit, so tað kom meira bland í við teimum.
Tær hava altíð gingið í flokki saman, men tá tær vóru í Brasil við AFS búðu tær ikki saman.
¬- Vit hava nokk so nógv saman. Vit hava sama bil og vóru altíð líka seinar. Tað var tí vit sótu saman. Vit máttu bara seta okkum onkustaðni aftast, har tað var pláss, sigur Gunnvá Kass Abrahamsen.
Nú fara tær báðar aftur til Brasil, har tær fara at arbeiða á barnaheimi. Eisini á yrkisleiðini fer at líkjast eitt sindur.
Rannvá ætlar nevniliga at lesa til lækna, meðan Gunnvá hugsar um at gerast ergoterapeutur.
Verða altíð samanbornar
Lindis og Jeanni Petersen líkjast rættiliga nógv. Og tað gera prógvini hjá teimum eisini. Munurin var 0,1.
- Vit fáa altíð umleið tað sama. Og tað er fínastaslag. Vit líkjast so mikið nógv, at óansæð, hvat vit gera, so verða vit samanbornar og tí er tað onkursvegna eisini betri at vit klára okkum líka væl, greiðir Jeanni frá.
Lindis leggur afturat, at tað kann verða nokk so keðiligt, altíð at verða samanborin, men at tær væl skilja, at tað er soleiðis.
- Men tað er eisini nokk so gott, at vit gingu í flokki saman, tí so hava vit altíð kunna hjálpt hvørjari aðrari, staðfestir Lindis.
- Tað hevur ongantíð verið soleiðis, at vit beinleiðis hava kappast, men tað hevði verið eitt sindur keðiligt, um tað gekk verri hjá aðrari, greiðir Jeanni frá.
Tað var eisini soleiðis at byrja við, at lærararnir ikki kendu mun á teimum, men gjøgnum tíðina er hetta broytt.
Nú tær eru lidnar fara tær sama veg.
- Eg fari at lesa okkurt við biologi ella kemi, sigur onnur av 19 ára gomlu tvíburunum. Og hin leggur beinanvegin afturat, at tað verður nakað tað sama.
So tað kann staðfestast enn eina ferð, at tvíburar ikki eru so øgiliga ólíkir. Hvørki í sinn ella skinn.