Líkist svarta ongum av Kristinu Háfoss og Eyðgunn Samuelsen

 – Vit eru ómetaliga hørm um verkfallið hjá Pedagogunum. Men tað líkist svartasta ongum, at Landsstýriskvinnurnar, sum fingu steinin á rull, fjala seg, og ikki vilja gera viðmerkingar til støðuna.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, gav teimum báðum landsstýriskvinnunum, Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, av grovfílini, nú Løgtingið er við at leggja síðstu hond á at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Hann undrast á, at Løgtingið hevur brúkt nógva orku upp á viðgera játtanir upp á eina millión, ella tríggjar milliónir, hendavegin og handavegin. Men sáttmálasamráðingarnar, sum kunnu kosta Landskassanum hundraðtals milliónir um árið í øktum lønarútreiðslum, hevur ongin tikið upp á tunguna.

 

Serliga heldur hann á, at tær báðar landsstýriskvinnurnar kundu havt latið við seg koma og kundu havt sissað fólk.

 

Eyðgunn Samuelsen, hevur verið frammi nakrar fáar ferðir, men hon hevur verið pírin við viðmerkingum. Hinvegin er landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fullkomiliga farin undir heilt. Og Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tað líkist svartasta ongum, at tær ikki vísa seg og greiða Føroya fólki frá støðuna, og royna at sissa fólk. Tvørturímóti binda tey stjóran í Almannaverkinum fyri, so at hann kann taka tey sløg, sum koma.

 

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at landsstýriskvinnurnar hava eina einfalda skyldu og tað er at greiða frá málinum og at greiða fólki frá, hvat vendir upp, og hvat vendir niður, so at vit sleppa undan, at skotið verður í eyst og í vest.

 

Tey hava eina ábyrgd og tað er at greiða frá, heldur enn at fjala seg aftan fyri embætisfólkini, heldur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Hann sigur, at støðan er so álvarslig, at lønarhækkingarnar, sum koma, kunnu fullkomiliga sláa botnin undan fíggjarætlanunum hjá kommununum, og tí eiga tær báðar landsstýriskvinnurnar at verða alment frammi og at siga sína hugsan, sigur løgtingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum.

 

Hann heldur, at tað kann gera støðuna enn verri, at landsstýrisfólkini smoyggja sær undan at greiða frá einum stórmáli, sum hesum.

 

Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og fyrrverandi formaður í Kommunala Arbeiðgevarafelagnum, sigur, at í slíkum støðum er ágangurin øgiligur, og at tey, sum standa á odda fyri hesum, borgarstjórar og landsstýrisfólk, hava skyldu til at greiða almenninginum frá.