SAMKYND
Carl Jóhan Jensen
Blaðm.: Hvat sigur tú um tíðindi um ágang og haturálop á samkynd í Føroyum?
Eg harmist fyrst og fremst um hesi tíðindini. Trúði valla mínum egnu eygum, tá ið eg las hetta í íslendskum bløðum. Tað er nógv fyri, at slíkt skal henda í árinum 2006, álvaratos. Hvat líkist tað at gera seg inn á samkynd soleiðis? Hetta er sum detta aftur í farnar øldir. Sovorðið er ikki hent í Íslandi tey seinastu tretivu árini, tori eg at siga. Hvussu kann fólk bera soleiðis at í Føroyum, einum av Norðurlandatjóðunum, eini tjóð, sum vil takast í álvara og roknast sum eitt fólkaræði? Áttu føroyingar ikki at virt mannarættindi høgt og stríðst fyri at allir borgarar høvdu tey? Eg eri eisini bilsin, ikki at siga ofarin av, at tann lóggáva, sum er galdandi í Føroyum, ikki hevur eina áseting um verju av einum minnilutahópi, sum tey samkyndu ónoktiliga eru. At lóggáva viðvíkjandi samkyndum og almennum rættindum teirra á jøvnum føti við aðrar borgarar, ikki enn er komin á ta stig í mongum longum, sum hon eigur at vera í einum fólkaræði, tað er so eitt, men at lágmarksrættindi, sum lógarvernd ikki finnast, tað líkist svarta ongum, rætt og slætt. Hetta kunnu føroyingar ikki hava sitandi á sær. Hetta má okkurt gerast við, hetta má rættast, antin hetta so er eitt mistak hjá løgtinginum ella bara íkomið av vansketni. Hetta er eitt mál, sum øll varða av, sama hvønn flokk, tey halda seg til.
Blaðm.: Nú namst tú eitt sindur við viðurskiftini í Íslandi. Hvussu hevur gongdin verið hjá tykkum tey seinastu tjúgu, fimmtjúguárini í spurninginum um javnrættindi til tey samkyndu? Eg hugsi í hesum viðfangi serliga um leiklutin hjá Altinginum og teimum politisku flokkunum.
Tað hevur altíð verið soleiðis í Íslandi, at tvørpolitisk semja hevur fingist í tinginum um hesar spurningarnar. Hetta er, sum eg segði í áðni, ikki sersmál hjá einum flokki, men eitt mál, ið allir flokkar varða av. Altso ein spurningur um mannarættindi og javnrætt, um tað at allir borgarar skulu vera javnsettir mótvegis lógini. Hetta hevur frá byrjan verið leiðreglan hjá okkum og helst er tað tí eisini, at vit í Íslandi eru komin so væl ávegis, sum vit eru, í hesum rættindastríðnum. Grundarlagið er skjótt sagt: virðing fyri menniskjum, uttan mun til hvønn tey elska. Tí hvønn hvør elskar, stendur til einstaklingin, ikki til samfelagið. Og sjálv haldi eg, at løglig viðurkenning av familjulívinum hjá samkyndum helst er størsti vinningurin. Annað hevði heldur ikki borið til í longdini.
Blaðm.: Men hevur eingin mótstøða verið í móti hesi sinnalagsbroyting, ið er hend? Eg meini við, at valla hava íslendingar altíð verið og eru fyri alt tað ikki leysir við fordómar heldur móti samkyndum?
Mótstøða? Ikki sum so. Sjálvandi hava summir trúarbólkar sett seg ímóti hesum frá byrjan. Men vit hava ikki latið teir órógvað okkum stórvegis í okkara arbeiði og orðaskifti hevur yvirhøvur, um ikki endiliga altíð, verið sakligt og sømiligt. Kjakast hevur verið í bløðunum og fólk stundum verið ymiskt á máli, sum vituligt er. Kortini eru tað serliga tey samkyndu sjálv, ið hava skapað almenninginum tann jaliga hugburð, sum nú er í samfelagnum. Við sakligari og miðvísari kunning um viðurskiftini hava tey stuðlað til eina sinnalagsbroyting. Og tey avvarðandi hava heldur ikki latið sítt liggja eftir. Abbar og ommur, pápar og mammur, systrar og beiggjar, vinir og kenningar o.s.frv. Allar meiningakanningar hava somuleiðis bent á, at eini 90% av íslendska fólkinum ella so taka undir við, at samkynd hava somu rætindi sum onnur. Hetta hevur eyðvitað eisini ávirkað politisku skipanina, tað sigur seg sjálvt. Sum onkur segði: endiliga eydnaðist Altinginum at semjast við tað fólkið, sum hevur valt tað. Tað er gleðiligt.
Blaðm.: Minnist tú ávísir tilburðir, sum eftir tíning meting vóru avgerandi í hesi tilgongdini?
Fleiri, satt at siga. Tað fyrsta, sum rættiliga vakti ans, var, tá ið málið varð tikið upp í Altinginum í 1985. Tað var í einum lógaruppskoti um bann móti at gera mismun vegna kynsligt tilhall. Kortini hendi einki sum so, ikki beinanvegin. Tað var ikki fyrr enn í 1992. Tá samtykti Altingið at seta eina nevnd at kanna støðuna hjá samkyndum í Íslandi. Úrslitið av hesum arbeiði var so, at Altingið í 1995 samtykti at seta skrásett parlag í gildi í Íslandi, t. e. at samkynd sluppu at gifta seg borgarliga. Eg haldi, tað var eitt vegamót. Enn stendur tó eftir at fáa kirkjuna at staðfesta skrásett parlag. Fleiri meinigheitir í íslendsku kirkjuni hava longu biðið um at fáa slíka heimild. Hetta málið kemur helst skjótt undir land kortini, helst longu í vetur.
Blaðm.: Í juni í ár samtykti Altingið eina nýggja lóg, sum ásetir ymsar broytingar í rættindaviðurskiftunum hjá teimum samkyndu í Íslandi. Kanst tú í stuttum siga frá, hvørjar hesar broytingar eru?
Í 2003 varð nevnd sett at kanna rættarstøðuna hjá teimum samkyndu út í æsir. Nevndin gjørdi eina rættiliga víðtøka frágreiðing og kom eisini við uppskotum um, hvussu bøtast kundi um ymisk viðurskifti. Nevndin var tó ikki fullsamd í øllum spurningum og fór eitt nú í tvíniningar í málinum um, hvørt tøknigitnaður skuldi loyvast lesbium ella ikki. Kunnugt var tó, at meiriluti var á tingi fyri hesum. Íslendska stjórnin gjørdi so av at leggja eitt heildaruppskot fram, sum hevði hálvtrýss ymsar broytingar í sær til ymsar lógargreinir. Uppskotið miðaði ímóti at javna burtur allan ójavnrætt í lógini. Sjálv arbeiddi eg við málinum á øllum stigum, bað um frágreiðingina, samstarvaði við embætisfólk og fylgdi tí eftir í tinginum og í teimum ymsu nevndunum. Men lítið hevði tó spurst burturúr, høvdu Samtökin 78 ikki verið so virkin, sum felagsskapurin var. Í honum arbeiða mong skilafólk, sum duga at føra seg fram soleiðis, at tey altíð verða tikin í álvara. Og úrslitið talar fyri seg. Samkynd standa nú løgliga á jøvnum føti við hinskynd í íslendska samfelagnum. Tey hava rætt til at ættleiða børn og rætt til at taka børn í fostur. Samkynd konufólk kunnu fáa tøknigitnað, um tær vilja. Samkynd kunnu skráseta seg í parlag og øll pensións og arvarættindi eru tryggjað. Tann regla, ið ásett varð í grundlóg okkara, at øll er jøvn mótvegis lógini, er nú umsíðir veruleiki. Og tað er eingin viðfáningur. Eg vildi bara, at føroyingar eisini tóku hesi mannrættindatøk. Tað krevja øll fólkaræðislig lond at gera. Mannarættindi kunnu ikki skamtast, tey eru ein grundvallarrættur hjá øllum.
FAKTA
Guðrún Ögmundsdóttir hevur sitið á Altingi síðani í 1999. Hon er vald í Reykjavík og umboðar flokkin Samfylkingin
Geir Haarde varð fyrstu ferð valdur í Alþingið í 1987 fyri Sjálfstæðisflokkin. Hann var fíggjarmálaráðharri frá 19982005 og uttanríkisráðharri 20052006. Hann gjørdist forsætisráðharri, tá ið Halldór Ásgrímsson fór frá fyrr í ár.