Hjá kvinnunum eru tað FM-finalistarnir frá farna kappingarári, ið eru komnir best frá byrjan, tí bæði Mjølnir og Fleyr hava seks stig í part. Mjølnir vann í vikuni á heimavølli á Ternuni og nú um vikuskiftið á útivølli á ÍF, í báðum førum 3-0, so tað sær út til at koyra væl hjá meistarunum.
Harðasta kappingin er frá Fleyr, sum í gjár vann 3-1 á kvinnunum úr Sørvági, ið annars plaga at roynast væl í síðsta enda. Sum er, eru finalistarnir í fjør best koyrandi, og í løtuni eru SÍ og ÍF tvey stig aftan fyri hini bæði.
Ikki er óhugandi, at kappingin kann fara í tvey, har tað verða hesi fýra nevndu, ið koma at liggja í ovaru helvt, meðan restin fer at dragna. Enn eiga TB og KÍF fyrstu stigini á, og Ternan og Dráttur hava bara fingið tvey stig higartil.
Enn er kortini stutt tíð farin, so nógv kann henda, men ábendingarnar vísa helst longu nú, hvussu hetta kappingarárið í kvinnuflogbólti kann fara at hátta sær.
Fleiri um boðið
Hjá monnunum tykjast fleiri vera um boðið, tí stigatalvan fortelur, at fýra av teimum fimm liðunum í bestu mansdeildini hava tvey stig í part, meðan bara TB stendur eftir við enn ongum stigi. Hinvegin er ÍF so tað einasta av liðunum, ið enn ikki hevur tapt nakran dyst, tí fuglfirðingar hava tvey stig fyri bara ein dyst, meðan SÍ, Mjølnir og Fleyr hava spælt tveir.
Heldur tað fram sum nú, at ÍF klárar sítt og sær hini liðini vinna á hvørjum øðrum, kann eisini kappingin hjá monnunum gerast meinlík undanfarnu kapping. Spurningurin er tó, um tað ber til at siga tað so einfalt, tí einasti dysturin hjá ÍF higartil var ein fimmsettari í Sørvági ímóti SÍ, so kanska er alt ein javnari trunki, enn tað plagdi at vera.