Líkist púra ongum

Tað sum tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin gjørdu í Løgtinginum fríggjadagin, hoyrir ongastaðni heima, sigur løgtingsformaðurin

Boykott

-? Tað, sum tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin gjørdu í Løgtinginum fríggjadagin, hoyrir ongastaðni heima.
Edmund Joensen, løgtingsformaður heldur ómetaliga lítið um atburðin hjá tjóðveldisflokkinum í løgtinginum fríggjadagin.
Tá ið Løgtingið skuldi atkvøða um báðar yvirtøkulógirnar, noktaðu tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin at taka lut í atkvøðugreiðsluni.
Flokkurin boykottaði sostatt atkvøðugreiðsluna og tingarbeiðið og lógirnar vóru tískil avgreiddar, uttan at tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin vildu taka lut í atkvøðugreiðslunum.
? Hetta er ein óskikkur av ringasta slagi, er skoðsmálið, sum atburðurin hjá teimum báðum andstøðuflokkunum fær frá løgtingsformanninum.

Bróta sínar egnu reglar
Hann sigur, at løgtingið hevur reglar at ganga eftir, sum allir tingmenn sjálvir hava samtykt.
Eg haldi, at Løgtingið átti at gingið á odda at hildið sínar egnu reglar, heldur Edmund Joensen.
? Hann sigur, at tingskipanin sigur týðiliga, hvussu farast skal fram í Løgtinginum og tað er brot á tingskipanina, at flokkar boykotta eina atkvøðugreiðslu.
Tað stendur í tingskipanini, at tingmenn skulu geva seg undir ræðið formansins so tá ið formaðurin biðjur teir atkvøða, skulu teir gera tað.
-? Tað stendur eisini, at tingmenn skulu atkvøða antin ja ella nei, ella skulu teir trýsta á tann triðja knøttin sum sigur, at teir atkvøða ikki.
Edmund Joensen heldur ikki, at tað kom teimum, sum samtyktu tingskipanina, til hugs, at tað yvirhøvur kundi koma fyri, at ein flokkur beinleiðis skuldi boykotta eina atkvøðugreiðslu.
Undir gomlu skipanini hevði eitt slíkt boykott ikki kunna latið seg gjørt, tí tá skuldi tingmenn reisa seg, táið teir atkvøddu ja ella nei og teir sum ikki atkvøddu, vórðu sitandi.
Tað, sum hendi fríggjadagin er ein keðilig hending, sum formansskapurin fer at taka upp til umrøðu.
Kortini heldur hann at tað er rættiliga ivingarsamt, hvat er at gera við slíka framferð.
? Tað, sum hendi fríggjadagin var at misbrúka skipanina, tí hetta er beinleiðis at boykotta hana.

Óvanliga keðiligt signal
Edmund Joensen heldur, at hetta er eitt óvanliga keðiligt signal, sum Føroya Løgting, sum átti at verið eitt fyridømi, við hesum sendir almenninginum.
-? Tað kann verða vandi fyri, at onnur spyrja, hví tey skulu halda lógir og reglar, tí ið sjálvt Løgtingið, brýtur sínar egnu reglar.
Edmund Joensen sigur, at Løgtingið skuldi gingið á odda sum eitt gott fyridømi og at slíkt kemur fyri einaferð, er einaferð ov ofta.











?
?