Lærarar skulu hava betri møguleikar at luttaka í ráðstevnum og skeiðum, ið er viðkomandi fyri teirra arbeiði. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum. Tað ger hann eftir, at blaðið hevur víst á, at fáir lærarar luttaka til ymisk skeið og ráðstevnur, ið viðgera evnir, ið hava við børn og ung at gera.
- Tað líkist ongum og er sera jánkasligt, at lærarar ikki fáa høvi at sleppa á viðkomandi ráðstevnur og skeið, sum kunnu geva teimum eina vitan, teimum tørvar í yrkinum. Tað er einki meiri enn upplagt, at lærarar sleppa at taka lut á viðkomandi ráðstevnum og skeiðum, sum hava við børn og ung at gera, sigur Herálvur Jacobsen.
Formaðurin í Lærarafelagnum harmast um hesa støðu, men vísir á, at tað í stóran mun er ein spurningur um manglandi játtan, ið er orsøkin til, at skúlaleiðslur ikki senda lærarar til slík tiltøk.
- Sjálvsagt áttu allar skúlaleiðslur at havt eina kontu, sum er oyramerkt til skeiðs- og ráðstevnuluttøku; skipanin skuldi verið soleiðis, at tað altíð eru nakrir lærarar í skúlanum, sum sleppa á viðkomandi skeið ella ráðstevnu. Við at forða lærarum at luttaka á skeiðum og ráðstevnum vísir Mentamálaráðið, at tey ikki virðismeta, at lærarar eru dagførdir og støðugt førleikamenna seg, sigur Herálvur Jacobsen við skulabladid.fo.