Línuskipið Klakkur stendur í løtuni á bedingini hjá skipasmiðjuni MEST í Havn, har ymiskt viðlíkahald verður gjørt.
Bethuel Johannesen, skipari, sigur, at Klakkur varð tikin upp týsdagin í síðstu viku, og ætlanin er at fáa skipið av aftur miðskeiðis í hesi vikuni.
- Ætlanin var at mála alt skipið, men nú verður tað ivasamt, tí tað er vorðið so vátt í veðrinum, og vit ætla ikki, at skipið skal standa leingi uppi. Zinkini skulu skiftast, botnurin skal í øllum førum málast og helst skrokkurin eisini.
Bethuel Johannesen sigur, at teir væntandi fara til Eysturgrønlands, tá loyst verður aftur. Har eiga teir eina lítla kvotu á 60 tons, sum nústaðni er útskrivað.
- Hetta er ikki nógv at fara so langa leið eftir, men soleiðis eru umstøðurnar nú einaferð.
Skiparin sigur, at tá Klakkur hevur verið í Eysturgrønlandi, verður væntandi farið aftur undir Føroyar at royna. Teir hava eisini møguleikan at fara til Íslands, har teir eiga umleið 200 tons eftir.
Um gongdina higartil í ár, sigur Bethuel Johannesen, at hon hevur verið á leið sum í fjør, tá Klakkur fiskaði fyri umleið 32 miljónir krónur.