Líkist arbeiðsloysi millum lærarar

Stóru skúlarnir hava fingið óvanliga nógvar umsóknir frá lærarum til komandi ár

Barnatalið minkar, og nú er líkt til, at skúlarnir ikki kunnu taka ímóti øllum lærarunum, sum antin hava hug at søkja nýtt lærararstarv ella á fyrsta sinni skulu taka við lærarastarvi.
Hoyvíkar skúli hevur fingið oman fyri 50 umsóknir til trý føst størv og nøkur tíðaravmarkað størv.
Ólavur á Skipagøtu, virkandi skúlastjóri sigur, at bæði nýklaktir lærarar og lærarar, sum hava verið á øðrum skúlum, hava søkt.
Líkt er til, at limirnir í lærarafelagnum hava lurtað eftir formanninum, sum mælti lærarum til at søkja øll størv. Ólavur á Skipagøøtu sigur, at i nøkrum førum, tá ið hann hevur ringt til umsøkjarar og biðið teir koma til samtalu, hava teir longu tikið av øðrum starvi.
- Ta má merkja, at teir eru tilvitandi um at taka tað starvið, sum fyrst verður teimum boðið, sigur Ólavur á Skipagøtu.
Skúlin á Løgmannabreyt hevur fingið 40 umsóknir.
Men tað er ikki bara í Havn, at kapping er um størvini.
Skúlin við Ósánna í Klaksvík fekk 23 umsóknir til fýra størv.
Allir umsøkjararnir hava ikki tilknýti til Norðoyggjar. Hinir eru flestir úr Eysturoynni.
- Hetta kann ikki tulkast øðrvísi enn, at arbeiðsloysi er við at vísa seg millum lærarar, sigur Piddi Hjelm, skúlastjóri í skúlanum við Ósánna.