Løkir nýggja heimasíðu

Framtaksfelagið Løkir, sum hevur gjørt fleiri stórar íløgur í seinastuni, hevur nú fingið nýggja heimasíðu Framtaksfelagið P/F Løkir, sum P/F Tjaldur, P/F Krúnborg og P/F Føroya Banki stovnaðu í 2006, hevur fingið nýggja heimasíðu.

Seinasta stóra íløgan hjá felagnum var íløgan í Statoil Føroyar, sum Løkir gjørdi saman við fleiri øðrum føroyskum vinnufyritøkum. Løkir gjørdi eisini í januar í ár íløgu í Farodane, sum síðan er lagt saman við Com-Data og Reproz í samtakið NEMA.

Nevndarformaður í Løkir er Petur Háberg Jacobsen. Hinir nevndarlimirnir eru Bergur Poulsen og Líggjas í Bø, sum eisini er stjóri.

Nýggja heimasíðan hjá felagnum eitur www.lokir.fo