Løkin til EB/Streym

EB/streymur hevur gjørt sáttmála við málsøknan Løkin-mann

EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt avtalu við NSÍ, um at leiga 18 ára gamla áleyparin, Steffan Abrahamsson Løkin, í eitt ár.

 

- Steffan er ein ungur og sera evnaríkur áleypari. Hann hevur enn sín fyrsta dyst í Betri deildini til góðar, men hann hevur vant við okkum í eina tíð og hevur víst at hann hevur evnini. Í fjør spældi hann við 1.deild og U21 liðnum hjá runavíkingum og skoraði 49 mál í 48 dystum. Hann var partur av U17 landsliðnum, ið spældi seg til EM-endaspælið í 2017. Steffan hevur leikt 9 dystir fyri U17-landsliðið og 6 dystir fyri U19-landsliðið.

 

EB/Streymur byrjar eitt sindur av nýggjum í ár. Nakað av frágongd hevur verið, meðan Steffa Løkin, Magnus Jarnskor og Høgni Midjord eru nýggir í hópinum, meðan Árni G. Olsen er komin aftur til barndómsfelagið. Nýggjur venjari er Jákup Martin Joensen.