Líkið av Pidda ikki funnið enn

Ein útlendingur varð í dag í grundlógaravhoyri skuldsettur fyri at hava gjørt av við Dánjal Petur Hansen. Men enn er eingin farvegur eftir Pidda, sum hann vanliga verður róptur.

Út á seinnapartin ljóðaði, at horvni Dánjal Petur Hansen varð funnin í einari bingju við brennistøðina hjá IRF i Leirvík.

Men hetta passar ikki.

Tá Portalurin var í Leirvík um 17-tíðina í dag, sorteraðu tríggir løgreglumenn rusk burtur úr av einum av innsavningarbilunum hjá IRF. Ruskið varð koyrt á gólvið í tømingarstøðini í smáum mongdum, og síðani gjøgnumgingu teir triggir løgreglumenninir alt ruskið, bita fyri bita, og hugt var í hvønn einasta beriposa.

Teir vildu ikki tosa við Portalin, men avsannaðu tíðindini um, at Piddi er funnin.

Løgreglan hevur eftir øllum at døma handtikið ein útlending í málinum, og skal tað geva meining at leita í innheintingarbilunum hjá IRF hálvaaðru viku eftir, at Piddi hvarv, kann hann ikki vera koyrdur í nakra bingju í síðstu viku.

Við handtøkuni av útlendinginum og við grundlógaravhoyringini klokkan 17 í dag í huga, er tað alt, sum bendir á, at løgreglan heldur, at útlendingurin hevur ábyrgdina av, at Piddi er horvin. Ella við øðrum orðum: Løgreglan misteinkir útlendingin fyri at hava gjørt av við Pidda.

Á høvuðsmyndini síggjast teir tríggir løgreglumenninir, ið gjøgnumgingu alt ruskið, sum kom úr einum av innheintingarbilinum hjá IRF.

Tað vóru Leo Poulsen, blaðmaður og Álvur Haraldsen, myndamaður, sum seint í dag vitjaðu á brennistøðini í Leirvík.