Líkbilurin slapp ikki í land

Tað er einki at taka seg aftur í, at nólsoyingar stundum sakna Ternuna, sum fyri tíðina røkir siglingina um Skopunarfjørð, meðan Teistin er á beding.

Sam siglir tveir farmatúrar til Nólsoyar um vikuna, men er rættiliga illa egnaður, tí hann fyri tað fyrsta flýtur so høgt á vatninum, og fyri tað næsta hevur so stutta lúku.

Hetta merkir, at tað skal vera rættiliga høg fjøra, um bilar skulu sleppa í land av Sam. Tað kann tó lata seg gera við tungum lastbilum, tí teir trýsta reyvina so mikið langt niður at tað gongur at sleppa í land og umborð aftur.

Í dag var Sam í Nólsoy við líkbilinum, men av tí at tað ikki var nóg høg fjøra, og tí líkbilurin ikki var nóg tungur at trýsta reyvina niður, mátti kistan takast úr líkbilinum og berast í land.

Í mun til fyrr hava nólsoyingar umvegis bjargingarfelagið nú ein sjúkrabil, og tí kundi hesin koyra kistuna til kirkjuna.