Eingi útlit eru til, at átrokandi mál fáast frá hondini, og skjýtur Tjóðveldisflokkurin ma. upp, at vit sum skjótast fáa avgreitt nøkur av sáttmálabundnu viðurskiftum okkara mótvegis útlandinum.
Tað kann skjótt gerast ein størri smeitur fyri okkum, um vit ikki seta í verk og fylgja teimum altjóða sáttmálum, sum vit hava samtykt at seta í verk og fylgja.
Víst verður ma. til uppskotini um lívfrøðiligt margfeldi og Kyoto-frumskjalið, sum bæði vóru reist í farnu tingsetu.
Lívfrøðiligt margfeldi
Løgtingið samtykti í fjør at fylgja sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi og at lýsa margfelda lívið í føroysku náttúruni.
Tíverri røkist einki fyri, at vit í heila tikið ætla okkum at halda altjóða skyldur okkara á hesum øki.
Tað tekur fleiri ár at savna neyðugu vitanina, og einki røkist fyri, at fakligur førleiki verður settur av til hetta arbeiðið.
Løgtingið hevur fyri aðru ferð samtykt at fylgja síni egnu samtykt í hesum sáttmála, og heitt á landsstýrið um at lýsa margfelda lívið í føroysku náttúruni.
Landsstýrið liggur tíverri framvegis ímóti løgtingsins vilja á málinum og sáttmálabundnu skyldum okkara mótvegis útlandinum.
Kyoto - frumskjalið
Løgtingið feldi uppskotið um at seta altjóða sáttmálan um umhvørvisvernd, Kyoto-frumskjalið, í gildið, vísandi til, at landsstýrið arbeiddi við málinum.
Sáttmálin liggur tíverri framvegis óvirkin, tí at landsstýrið fær ikki tikið seg saman til at fylgja honum.
Føroyar liggja í atgerðarloysi á umhvørvisøkinum og eru á ongan hátt partur av teimum framtøkum, sum grannalondini og flest øll heimsins lond eru partar av.
Veðurlagsbroytingarnar ávirka vistskipanirnar á sjógvi og landi kring allan knøttin, og Føroyar merkja eisini hesar veðurlagsbroytingar á ymsan hátt.
Tjóðveldisflokkurin hevur mælt til, at landsstýrið tekur upp samráðingar beinleiðis á millumtjóðastøði til tess at áseta egna kvotu og binda okkum beinleiðis mótvegis altjóða stovnum
Skotið verður nú upp av nýggjum, at løgtingið tekur hetta stigið.
Tað áliggur okkum sum tjóð at taka umhvørvislig og menniskjalig atlit og at vísa, at vit eisini taka fulla ábyrgd av, at okkara eftirkomarar fáa møguleikan at liva eitt virðiligt lív í reinum umhvørvi.
Tað er bæði átaluvert og óheppið, at landsstýrið framvegis stendur á berum, tá tað um slík átøk ræður. Einki fyrireikingararbeiði er gjørt í mun til eitt samskipað átak á økinum, og teir ymsu landsstýrismenninir hava ongar avtalur gjørt, og eingin ætlan av nøkrum slagi er tøk.
Meðan vit liggja sjóvarfallið av okkum hevur ES hevur orðað nýggja dagsskrá um avmarking av CO2 útlátinum við upp til 30%.
Vit hava ongan rætt til at gykla fyri okkum sjálvum og umheiminum, at landsstýrið arbeiðir við einum ávegis máli um umhvørvisvernd, sum onnur lond fyri nógvum árum síðan hava avgreitt og eru ávegis nýggjum málum.
Vit noyðast at staðfesta, at Føroya Landsstýrið ikki tekur hóttanina móti umhvørvinum í álvara, og at løgtingið tí eigur at taka um endan og vísa hesum atgerðarloysi frá sær.
Henda mannminkandi støða kann koma Føroyum og føroyingum aftur um brekku í altjóða samfelagnum, og mæla vit tí til at raðfesta umhvørvismálini av nýggjum við einum umhvørvisvinarligum og samhaldsføstum hugburði.