Líkasæla og ferðsluterror

Vit næmingar og lærarar í Føroya Studentaskúla og HF-skeiði halda, at Hoydalar er eitt gott og vakurt stað at arbeiða og læra og eru glað og takksom fyri tað. Landið eigur og rekur ognina. Skógrøkt landsins hevur eftirlit við vøkru náttúruni uttanum. Friðingarmyndugleikar og Umhvørvisstova halda eitt vakið eyga við náttúru, bygging og bygningum í einari hægri eind.

Men tá tað snýr seg um ferðslu, eru Hoydalar misrøktar undir alt lágmark. Í áratíggju er einki gjørt við vegin oman í Hoydalar. Hann minnir um dyrkingarvegir úti í landsins minstu bygdum. Bilar mugu slaka ferðina, tá teir møtast. Næmingar og lærarar til gongu vága lív, serliga í myrkri um veturin, og noyðast at leypa niðan ella oman av vegnum fyri ikki at verða yvirkoyrd.

Vit tosa ikki um smábygd ella útoyggj, men um dagliga arbeiðsplássið hjá 850 fólkum. Tað eru líka nógv fólk, sum búgva á t.d. á Strondum ella í Leirvík, sum nú fær breiðu gjøgnumkoyring nummar 3 (fyri 50 mió kr).

Hoydalar er størsta arbeiðspláss í landinum, størri enn Landssjúkrahúsið.
Í ár kann skúlin hátíðarhalda, at hann fyllir 75 ár í hølum, ið vórðu bygd til 300 næmingar, sum í dag hýsa 751 næmingum og 100 starvsfólkum. Alt við fyribilsætlanum, til illusiónin í Marknagili verður veruleiki.

Yvir 90% av næmingum og lærarum í Hoydølum búgva 2 km og longri burtur frá hesum landsins størsta arbeiðsplássi.
Hesi 850 fólkini úti í 'óbygdum' sleppa ikki at koyra til arbeiðis anno 2012, tí økið um skúlan er nú parkeringssona við eini 40(!) básum íalt - umframt einum 'grótkasti' við pláss fyri 20 bilum.
Arbeiðið at gera bilstøðupláss har varð steðgað við makt fyri 5 árum síðan.
Av hvørjum og hví?
Nú geva parkeringsvørðarnir hjá býráðnum eigarum av bilum uttan fyri básarnar og 'grótkastið' bøtur.
Eitt og hvørt arbeiðspláss tryggjar starvsfólkum parkeringspláss. Eitt er at tosa um, hvussu tætt vit sleppa at arbeiðsplássinum, tá tað liggur í býnum, men eisini vegir nærhendis Hoydølum eru nú parkeringssonur.
Landið hevur víst vegum og parkering í Hoydølum eina karvandi líkasælu. Tey siga at bussarnir er ókeypis til at gera sær dælt av. Men eisini við gøtunum í Hoydølum ræður líkasælan, tí vit ikki sleppa oman eftir gøtunum um veturin, ið eru glíðibreytir, tí salting skaðar trøini. Annars sleppa ikki fleiri inn í teir yvirfyltu bussarnar.

Men sonuparkering er reinur terror frá býráðsins síðu móti fólki, sum mugu sita vát til arbeiðis, tá tað regnar, ella tey eru dottin í hálku, tí tey sleppa ikki teir 2-5 km til arbeiðis í bili.

Vit í Næmingaráðnum heita við hesum á Tórshavnar býráð um at linka krøvini til parkering. Tað skuldi ikki verið neyðugt at mint á, at í Hoydølum arbeiða 850 fólk, og av teimum eru 400 næmingar og lærarar sum búgva og velja í Havn.

Vónandi gongur býráðið okkum á møti og loysir trupulleikan við parkering.