Líkasæla ger av við optimismuna

Um orka skal vera til lærarastarvið, er optimisman eitt krav. Hetta er optimisman, sum sær møguleika í hvørjum einstøkum. Starvið krevur, at vit geva undirvísing heiðurligt pláss, har vit síggja møguleikan hjá næminginum at vaksa og menna viðfødd evni at læra sum treyt og saman gera eitt arbeiði at koma longri.

Hetta ljóðar væl, men hóast fleiri góðir og dugnaligir lærarar dagliga eru virknir í føroyska fólkaskúlanum, eru tað alt fleiri, sum velja sær annað starv ella ikki trívast í lærarastarvinum. Gerandisdagurin í skúlanum er ov krevjandi, næmingar fylla ov nógv og uttan neyðug alternativ, gerast krøvini tó alsamt størri. Har líkasælan er, trívist optimisman ikki.

 

At venda hesi skeivu gongd, er óivað ein av stóru avbjóðingunum fólk innan skúlaverkið stendur fyri at loysa.

 

Skúlin sjálvsagdur

Fólkaskúlin er seinastu mongu árini blivin ein sjálvsagdur partur av nærum hvørjum fólkabygdum staði. Havi tó hug at halda, at hetta fyri mong, er vorðin ein alt ov sjálvsagdur partur av gerandisdegnum. Vit duga alt ov illa at seta orð á og síggja, hvussu stóran týdning skúlin og lærarar í veruleikanum hevur fyri samfelagið alt, og eisini fyri menningina av næmingum. Fyri summi er skúlin eitt gott uppihaldsstað, har næmingarnir hava tað gott og mangan verður sagt, at bara næmingarnir trívast, so er í lagi.

 

Júst hendan líkasælan drenar einhvønn lærara. Líkasælan, sum ikki dagliga hyggur í skúlataskuna, ikki orkar at gera ein passandi matpakka, er ov dovin at gera skúlating, tímir best at vera passivur og fara seint í song, heldur at lógir skúlans eru fjas og ikki hevur nakran hug at gera nakað sum helst fyri at betra hesa hugsan. Eg skal ikki siga, hvat orsøkin er, men eg kann staðfesta, at ikki er løgið, at fleiri ikki tíma at fáast við.

 

Onki er broytt

Onki er nýtt undir sólini, tí vit kenna allar hesar trupulleikar aftur frá gomlum døgum. Fór ein dagin í eina av stóru sitatbókunum og fann hetta sitatið:

 

"Vore dages ungdom elsker luksus. Den har dårlige manerer, foragter autoritet, har ingen respekt for ældre mennesker og snakker når den skulle arbejde. De unge rejser sig ikke længere op, når ældre kommer ind i et værelse. Den modsiger sine forældre, skryder i selskaber, sluger desserten ved spisebordet, lægger benene overkors og tyranniserer lærerne." Hetta eru orð av munni Sokratesar fyri meira enn 2000 árum síðani.

 

Eg má siga, at eg smíltist, tá ið eg las hetta og hugsaði, ja, lítið er broytt. Tó kunnu vit sanniliga siga, at sjálvt um trupulleikarnir ikki eru nýggir, er samfelagið ótrúliga nógv broytt seinastu tíðina. Óivað ger júst hetta allan munin.

 

Skil á gerandisdagin

Havi nakrar dagar hugsað um tað, sum mangan verður sagt undan skúlaársbyrjan, at tað verður gott at skúlin byrjar aftur, so dagurin aftur verður skipaður og skil kemur á. Hvat liggur í hesum setningi? Kundi hugsað mær, at avvarandi kanska gleða seg at hjálpa við skúlatingum, aftur fara tíðliga í song, fara upp at smyrja góðan matpakka, lesiløtan, áðrenn ljósið verður sløkt, kemur aftur á skránna og tað, sum hoyrir gerandisdegnum til.

 

Ella kundi tað verið, at fólk gleða seg meir til, at uppihaldstaðið aftur verður opið, so næmingarnir ikki allan dagin eru ábyrgdin hjá foreldrunum?

 

Tá ið vit hava valt, at hava eitt alment skúlatilboð til børn og ung, krevur hetta tilboð eitt virðiligt pláss í samfelagnum - bæði frá politikarum og avvarandi. Hetta skal sjálvandi vera saman við teimum neyðugu krøvunum, so tey, sum starvast har, hava møguleika at gera optimismu til part av starvinum. Hetta er optimisman, sum sær møguleika í hvørjum einstøkum, og har vit síggja møguleikan hjá næminginum at vaksa og menna viðfødd evni at læra sum treyt og saman gera eitt arbeiði at koma longri. Hetta krevur samarbeiði, vælvilja og ein erligan innsast.