Tíverri hava vit ta skomm at dragast við, at fleiri limir í okkara lóggevandi tingi, leggja sektin á íbúðaviðurskifti okkara. Hetta kom greitt til sjóndar, tá uppskotið til samtyktar frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, var til 1. viðgerð. Menn høvdu hug at smírast, gera gjøldur burtur úr uppskotinum og hildu tað vera ov lítið ítøkiligt.
Gamaní. Men talan var um eitt uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at skipa so fyri, at vit fáa ein meiri skipaðan íbúðapolitikk, við m.a. alternativum loysnum, og við íbúðamøgulekum fyri fólk við serligum tørvi. Er tað nakað, sum veruliga vantar í føroyskum politikki, so er tað ein veruligur íbúðapolitikkur, sum gevur fólki møguleikar at velja, og sum gevur øllum møguleika at fáa ein bústað, líka mikið, hvussu høg ella lág inntøkan er.
Vit kunnu ásanna, at vit eru rokin langt at byggja upp eitt vælferðarsamfelag, har pláss er fyri øllum. Men tá tað snýr seg um ein íbúðapolitikk, eru vit komin stutt áleið, hóast Íbúðagrunnurin hevur gjørt nakrar royndir og er uppi í nøkrum ætlanum.
Vit mugu gera okkum greitt, at skulu vit byggja íbúðir, t.d. at leiga út, so er neyðugt, at tað almenna letur ein part av eginpeninginum, t.d. umvegis Íbúðagrunnin, tí annars verður leigugjaldið so høgt, at eingin megnar at leiga eina slíka íbúð. Øðrvísi er, um talan er um eigaraíbúðir. Eina slíka eiga fólk, tey gjalda rentur og avdrøg, fáa rentustuðul, sum lækkar mánaðarligagjaldið, og tey kunu selja hana fyrr ella seinri og fáa avlopið.
Tað er einki annað enn ein stór skomm, at føroyska samfelagið ikki hevur ymsar íbúðamøguleikar at bjóða fólki, t.d. einligum við børnum. Hesi hava ikki møguleika, sum er, at útvega sær hús, tí ein inntøka ber bara eini 600.000 krónur í láni. Men tey, sum koma í eina slíka støðu ikki at hava tak yvir høvdið, eru latin upp til skutils hjá teimum, sum leiga út kjallara ella loftsíbúðir, ofta fyri eina høga leigu, og uttan leigusáttmála.
Á hesum øki er anarki, lógarloysi, og tí mugu vit vóna, at tingfólk okkara taka henda spurning í nógv størri álvara enn 1. viðgerð sýndi. Hóast samhaldsfesti ikki eyðkennir verandi meirilutan á tingi, fær hetta uppskot vónandi dygga undirtøku! Annars er skommin fullkomin.