Útflutningsvirðið á toski í 2009 endaði á tilsamans 402 milliónum krónum. Hetta er ein triðing minni enn í 2008 og tað minsta síðan 1993 Endaliga uppgerðin hjá Hagstovu Føroya yvir útflutningin í 2009 vísir heldur ræðandi tøl, hvat toskinum viðvíkur. Flestu mundu vita av, at toskurin var illa fyri, og at lítið var útflutt av toski. Nýggjastu tølini vísa tó, at útflutningurin av toski í 2009 endaði niðri á tilsamans 402 milliónum krónum.
Samanborið við 2008, tá vit útfluttu fyri 604 milliónir krónur av toski, er hetta ein minking upp á ein triðing.
Fara vit bert seks ár aftur í tíðina, til 2004, so er tað minkað niður í eina helvt, og samanborið við 2002, sum var eitt metgott ár, har vit útfluttu tosk fyri eina milliard, er tað minkað 60 prosent.
Fyri at finna so lítil útflutningstøl fyri toskin noyðast vit at leita heilt aftur til kreppurárið 1993, tá toskaútflutningurin var 389 milliónir krónur verdur.