Líka fyri lógini ???

    

Marjun Olsen, Tvøroyri
???????????????????
Hesin spurningur er ógvuliga aktuellur á Tvøroyri í hesum døgum. Fólk flest hava hoyrt í útvarpinum um eina undaliga starvsetan av leiðara í Fríðtíðarskúlanum í Trongisvági.
Lýst var í bløðunum eftur pedagogi. Tveir umsøkjarir vóru. Ein pedagogur sum arbeiðir í Fríðtíðarskúlan-um á 4 ári og hevur allar førleikar at røkja starvið, fult líka væl sum nakar annar.
Hin umsøkjarin, lærari, slektaður av Tvøroyri, búsitandi í Havn og hevði hug at royna at búgva her suðuri eina tíð, fær starvið.
Pedgogfelagið og Landsstýrismaðurin á økinum gera kommununa varðuga við at skeift er fari fram í hesi starvsetan. Aftaná knappar 4 vikur sigur kommunan seg at hava loyst máli.

Loysnin er henda !!!
Landstýrismaður á økinum Hans Pauli Strøm biður um fund við alt býráði, men bert javnaðarmennirnir Sverri Midjord, Heri Mortensen og býráðsformaðurin Kristin Mikkelsen møta (restin av býráðnum fær ongantíð boðini) À fundinum verður samtykt at ógilda setanina av læraranum, men landsstýrismaðurin skal broyta Dagstovnalógina soleiðis, at tað í framtíðini skal kunna setast lærari sum leiðari á Frítíðarskúlum. Seinri hevur fullmannað sosialanevnd og fullmannað býráð fund, sum samtykkir at ógilda starvssetanina av læraranum. Samtykt verður eisini at søkjast skal av nýggjum eftur leiðara. Nú skuldi man trúð at søgan endar, nei nú blívur hon rættuliga spennandi.
Meirilutin í sosialunevnd Sverri Midjord, Heri Mortensen løgdu uppskot fram um at seta ein fyribilsleið-ara til landsstýrismaðurin hevur broytt lógina og gitið nú tvøra- og føroyafólk hvør hesin fyribilsleiðari er. Púra rætt, sami lærari sum beint bleiv loystur úr starvi.
Her á Tvøroyri er alt við tað gamla, bert tú ert av rætta slagnum, ert tú væl syrgdur fyri.
Rættartrygd: Hvat er tað ???