Líka frægt at herja á

Spælararnir hjá 07 Vestur vóru nøgdir við innsatsin ímóti HB, men ásannaðu, at serliga í verjupartinum verður neyðugt at stramma upp:

– Vit spældu fult upp til teir, og teir fingu ið hvussu er trý bílig mál. Men verjan er okkara størsti trupulleiki, ásannar Jóhan Petur á Stongum.

– Um vit spæla verjukent ella ikki, so fáa vit nógv mál ímóti okkum. So vit kunnu akkurát tað sama herja á, sum vit royndu at gera í dag.