Tíðliga seinnapartin í dag rak eitt lík upp á ein sandbakka í Flensborgfjørðinum - ella neyvari við oynna Holnis við Glücksburg. Sløkkiliðið í økinum setti ein gummibát út og fekk soleiðis fatur í líkinum.
Hin 16. apríl í ár koppaði ein jolla her í fjørðinum, og tá varð ein 53 ára gamal maður saknaður. Leitað varð í fleiri dagar, men maðurin varð ongantíð funnin. Tí hevur verið roknað við, at hann var druknaður.
Enn er ikki váttað, at tað er líkið á umrødda manni, sum í dag er rikið á land, men hetta er ein møguleiki. Fyrst skulu neyvar kanningar gerast, áðrenn løgreglan í Flensborg kann siga nakað meira um málið.
Tað er miðlahúsið SHZ, sum ber hesi tíðindi í dag.
Tað vóru fólk, sum gingu fram við strondini umleið klokkan 13.15 í dag, sum sóu líkið og boðaðu frá. Løgreglan væntar, at greiða fæst á málinum um nakrar dagar, og tá verður eisini greitt, hvør deyðsorsøkin er.
##med2##
Tá jollan koppaði hin 16. apríl í ár, vóru trý fólk í bátinum. Ein 56 ára gamal maður doyði dagin eftir á sjúkrahúsi, men ein 50 ára gomul kvinna, sum eisini var í jolluni og sum var rættiliga niðurkøld, tá hon kom á sjúkrahús, yvirlivdi vanlukkuna.
Leitað varð í fleiri dagar eftir hinum 53 ára gamla, bæði í týska og danska partinum av fjørðinum, men leitingin gav einki úrslit. Familjunar vegna kann tað hava stóran týdning, at líkið av manninum nú møguliga er funnið.