Lík kann vera Sigrid

Oslo politi tekur yvir kanningina í sambandi við eitt lík, sum varð funnið í gjálkvøldið.

Tað skrivar vg.no.

Seinastu vikurnar hevur politistyrkin í Olso brúkt nógv orku og manning at leita eftir 16 ára gomlu Sigrid Giskegjerde Schjetne, sum hvarv á veg heim á Skøyeåsen í Oslo sunnumorgunin 5. august.

Politiið leggur tó dent á, at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvært talan kann vera um horvnu gentuna.

Harald Stabell, sakførari hjá foreldrunum hjá Sigrid Schjetne sigur, at foreldrini vita um líkfundið.

Politiið fann eitt lík um 21-tíðina í gjárkvøldið, men hava hvørki upplýst aldur ella kyn. Líkskurður er í morgun.

Politiið hevur hugt eftir videoupptøkum frá vakmyndatólum á einari bensinstøð, ið liggur har nærhendis, og politiið er runt hjá fyritøkum fyri at fáa hendur á upptøkum frá vakmyndatólum.

Men enn er ov tíðliga at siga, um talan er um horvnu gentuna.