Lík funnið í donskum bakgarði

Í gjárkvøldið bleiv líkið av eini 35 ára gamlari kvinnu funnnið í einum bakgarði á einum herbergi í Gentofte.

Kanningar vísa í morgun, at kvinnan er dripin, upplýsir Nordsjællands Politi. Tveir menn eru handtiknir, men løgreglan kennir enn ikki orsøkina til drápið.

- Hetta er eitt drápsmál, og kvinnan er dripin á staðnum, sigur danska løgreglan við Ritzau.

- Vit hava vitni, sum vilja vera við, at tey hoyrdu larm inni frá tí kamarinum á herberginum, har kvinnan var, men meira vita vit ikki, sigur løgreglan.

Kvinnan varð funnin hóskvøldið í einum horni í bakgarðinum, har hon partvís var dekkað yvir við grúsi.

Løgreglan veit enn ikki at siga, hvussu kvinnan er deyð, hóast líkkanning varð gjørd í nátt.