Tað gongst væl hjá SEV at seta upp løðistøðir til elbilar, og tað er at fegnast um, at høvuðsstaðurin nú hevur fingið sína fyrstu Quick Charge, sum er eitt fet á leiðini fram ímóti einum grønari høvuðsstaði
Umboðandi Tórshavnar kommunu í SEV er tað mær ein sonn frøi at staðfesta, at elfelag okkara nú eisini hevur sett fyrstu skjótløðistøðina, Quick Charge, upp í høvuðsstaðnum – á Skálatrøð. Stjórn, nevnd og starvfólk í SEV halda fast um grønu kósina, og løðistøðirnar bera boð um eina grønari framtíð.
Grøna kósin, sum SEV og landsstýrið hava sett út í kortið, fer komandi árini at hava alstóran týdning fyri okkum øll – bæði á bygd og í bý. Vit vinna okkum eitt serstakt pláss á altjóða pallinum, tí vit hava møguleikan at gera Føroyar til fyrsta samfelag í heiminum, sum hevur 100 prosent varandi orku á landi. Henda møguleika hava vit fingið fram um nógv onnur lond, sum komandi nógvu árini veruliga skulu stríða seg fram ímóti einum grønum samfelag.
Grøna kósin er eitt tað týdningarmiklasta stigið í nýggjari tíð. Tað verður áhugavert hjá ferðafólkum at vitja grøna samfelagið í Norðuratlantshavi, umframt at fiskur og laksur úr einum grønum og reinum samfelag er týdningarmikil útflutningsvøra. Samanumtikið fáa vit øll gleði av grønu kósini – vinnulív, ferðavinna og komandi ættarlið – øll fáa vit ágóðan.
Løðistøðirnar, sum SEV setir upp kring landið, kunnu síggjast sum varðar, ið leiða okkum inn í grønu framtíðina. Og vit politikarar hava einki annað at gera enn at stuðla upp undir grønu kósina, tí tað krevur tíðin av okkum.
Vinaliga
Bogi Andreasen, býráðslimur og næstformaður í SEV