Jóhannes M. Olsen
----
Tað hevur veri lívgevandi í longri tíð at uppliva góðveðrið. Hetta var eisini tilfellið um páskahátíðina, sum á hesum sinn, longu er fleiri dagar afturútsilgd, sum hátíð, og vit eru á veg ímóti minniliga degnum tá íð tann krossfesti og upprisni Harri okkara Jesus Kristus bleiv heimkallaður. Bíblian sigur, men teir ellivu lærusveinarnir fóru til Galileu, til tað fjallið, har sum Jesus hevði sett teimum stevnu (Matt.28,16).
Tað er serliga ein ávís hending í hesum 39 døgunum, fram til næstu hátíðina, sum upptekur ein beint nú, tað er eins og barni í krubbuni, sum bleiv maðurin á krossinum, gravlagdur og uppstóð páskamorgun av grøvini, harvið hann breyt deyðans veldi, fullførdi frelsuverk Guðs, gerst so nærverðandi, vegna skriftinar.
Læknin Lukkas(24,13-) sigur frá, at beint aftaná uppreisnina páskamorgun, vóru tveir menn á veg frá Jerusalem til Emmaus, sínamillum samtala teirra snúði seg um, tað sum hent var í Jerusalem, teir tykjast at hava verið daprir í huga tá alt í einum, ein triði persónur kom í fylgi við teimum og vendi upp og niður samrøðu teirra, árenn hann yvirtók samtaluna við at upplata skriftirnar fyri teimum.
Aftaná teir høvdu siti til borðs við ókunnu persóninum, sum tók breyði vælsignaði og breyt tað og gav teimum, tá opnaðust eygu teirra, og teir kendu hann; men tá var hann ósjónligur fyri teimum. Tá søgdu teir báðir við hvønn annan:”Brann ikki hjarta í okkum, meðan hann talaði við okkum á vegnum, tá íð hann læt upp skriftirnar fyri okkum?”
Sum tað framgongur av samrøðuni, so útleggur Jesus fyri teimum orð Guðs og umrøðu hansara íð fyrru paktini, sum umtalaði lív og deyða Jesusar, alt var útgingi frá Bíbilins fyrstu bløðum og staðfest sum skriva stóð.
Mær tykir eins og Jesus í hesi tíðini ímillum páskir og heimfer sína pakkar út úr fyrru paktini og framleggur, tí vár guðs fólks er byrja, alla tað Himmalsku kollektiónina av sínum frelsisplani fyri okkum øll, ein fastløgd óbroytilig sniðgeving. Í nýggja sáttmálanum kallast kollektiónoin fyri herklæði Guðs, har stendur (Efs.6,10) eisini hvussu, nær og hví klæðini skullu nýtast. Ikki at undrast á, tá talan er, fyri fólk Guðs, um ein bardaga, ikki ímóti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum í himnarúmdum.
Hann sum gav lívið, gav eisini lívsskipanina, lívsins lógir, menniskjan livir ikki av breyði eina, segði Jesus við ein ávísan persón men av hvørjum orði, íð gongur út av Guðs munni. Menniskjaligar boytingar í skipanini hjá tí livandi óbroytiliga Guði, hava og koma at viðføra óbótligar fylgir.
Onkur hevur sagt, at virði menniskjans sannleiki, fríðheit og líkheit er óloysuligt knýtt at tí vit skjilja við rætt og rættvísi. Eitt og hvørt kompromi kennist her sum ótilgevuligt svikt. Tað er nettup akord (neyðsemja) andin sum umboðar vandan freistingina til tað lutfallsliga, umganga og snúgva frá, t.d.royndum góðum lívsreglum liggur nærri enn at fornokta ella beinleiðis gera seg inn á o.s.v.
Uttan fastan stuðul í einum innara lívsholdningi stendur tann einstaki andaliga sæ mangan veikur og hjálparleysur yvirfyri einum háttalag íð ber rættins, sannleikans ella líkheitsins masku ella gekkaskort, men í verðunleikanum er ein beinleiðis avnoktan av Guðs fyriskipan










