Er heitið á Facebook bólkinum, ið hevur til endamáls, at fáa øl og rúsdrekka í handlarnar í Føroyum. Yvir 1.400 føroyingar hava sýnt sín stuðul til bólkin
Facebook fepurin herjar, og føroyingar hava tikið væl ímóti nýggju sosialu heimasíðuni. Bólkar av ymsum slag stinga seg upp, og eisini føroyingar hava lagt stóra orku í at vísa sína nøgd ella ónøgd umvegis Facebook.
Ein bólkur er stovnaður undir heitinum ?Øl í handlarnar?. Bólkurin hevur til endamáls at avtaka Rúsdrekkasølu Landsins, og lata øl og rúsdrekka verða frí søla í handlunum. Í bólkinum eru hagartil 1.400 føroyingar.