Lógvatak fyri oljuleiting

Tað er einki minni enn eitt ordans lógvatak, sum føroyskir oljumyndugleikar og útlendsk oljufeløg hava tikið nú beint eftir nýggjár, nú avgerð er tikin um at bora ein nýggjan brunn á føroyska landgrunninum, tann áttanda í røðini.

Hóast mong okkara kanska ikki geva slíkum tíðindum stórvegis ans, tí tey kennast so veruleikafjar, so er kortini greitt, at her veruliga er talan um kollveltandi tíðindi. Hvør veit, um vit ikki ein dag í næstu framtíð, fara at uppliva, at nettupp henda eina avgerðin, var tann, sum gjørdi okkum til eina oljutjóð!

At bora brunnar er einasti mátin at finna fram til, um kolvetni í rakstrarverdugum nøgdum finnast í undirgrundini. Og tá talan er um eitt jomfrúiligt øki, eitt váðiligt umráði, har enn einki lønandi fund er gjørt eftir seks brunnar, so kunnu vit bara vera nøgd við, at oljufeløg kortini trúgva uppá økið og vilja brúka hundraðtals milliónir fyri at finna kolvetni.

Statoil, Dong og OMV hava tikið avgerð um at bora tann áttanda brunnin við Føroyar. Og útlit eru fyri, at Statoil eisini fer at átaka sær at bora tann níggjanda brunnin.

Hetta eru góð tíðindi fyri føroyska oljuleiting, ikki minst í eini tíð, har nógv oljufeløg beint tvørturímóti skerja sínar leitiútreiðslur og als ikki bora í ov váðiligum og ókendum økjum. Og har vit longu hava verið vitni til, at fleiri oljufeløg hava tikið seg úr føroyska økinum.

Um somu tíð, sum vit fegnast um hesa stóru íløguna í oljuleiting við Føroyar, bíða øll í spenningi eftir, at ENI fer at bora sjeynda brunnin á landgrunninum longu í vár. Nógvir oljuserfrøðingar hava góðar vónir um júst henda brunnin, sum verður boraður ikki so langt frá einum fundi, sum er gjørt hinumegin markið, nevnt Cambo. Tað gevur oftani størri møguleikar fyri at útbyggja eitt fund, um oljuframleiðsla finst í grannalagnum. Og mangt bendir á, at Cambo verður útbygt.

Og nettupp tí er eisini nýggjasti brunnurin hjá Statoil so áhugaverdur. Hann verður boraður stutt frá enn einum stórum oljufundi hinumegin markið, Rosebank, sum eftir øllum at døma verður útbygt.

Við hesum báðum brunnum, ið liggja skamt frá framtíðar oljuframleiðslum í bretskum øki, má sigast, at Føroyar eru komnar eitt týðandi stig nærri eini oljuframleiðandi tjóð. At kolvetni eru staðfest í okkara undirgrund, og at stór fund eru gjørd so nær markinum, eru alt tekin um, at vit eru á røttu kós.

Sosialurin